Til forsíðu
Forsíða Um okkum Lógir Prísir Skeið Góðkenningar Tíðindi Slóðir English
Karl Joensen
14-01-2009
Útskriva skjalið Send skjalið
 
Tíðindi
 
Yvirskrift Undiryvirskrift Dagfesting
SCUBA-kavarar.SCUBA-kavararPróvtøka og góðkenning av SCUBA-kavarum.
Próvtøkan umfatar verkliga kavararoynd, kavaraástøðisroynd (skrivlig roynd) og kavaraútgerð og trygd (munnliga roynd).
Fyri at sleppa til kavaraástøðisroynd og roynd í kavaraútgerð og trygd, skal umsøkjarin í minsta lagi hava fingið próvtalið 2 fyri kaving í verki, givið av tí lærara, sum hevur fyrireikað viðkomandi, eins og at umsøkjarin skal hava fylgt tí skipaðu undirvísingini.

Próvdøming av ávikavist roynd í kavaraástøði, kavaraútgerð og trygd, verður gjørd av tí lærara, sum hevur givið frálæru í viðkomandi lærugreinini, og einum próvdómara, ið er ein av limunum í próvtøku- og góðkenningarnevndini.
Próvdómari til hesa royndina var Heri Mørkøre, sum Próvtøkunevndin hevur góðkent.
Til próvdømingina verður 7 tals stigin brúktur, og fyri at standa próvtøku krevst, at einki próvtal er undir 2.
20-07-2010
Nýggir bjargingarkavarar.Nýggir bjargingarkavararSløkkilið hava ymiskar aðrar uppgávur enn at sløkkja eld.
Ein uppgáva er leiti– og bjargingaruppgávur, eisini á sjónum og í vøtnum
23-04-2010
HFI-relé.HFI-reléYmiskt um HFI-relé31-03-2010
Nýggjur skúli til vinnukavarar..Nýggjur skúli til vinnukavarar.Próvtøkunevndin, sum er sett av landsstýrismanninum í vinnumálum, 16. november 2009, hevur, í mars 2010, góðkent Faroe Dive v/Janus Joensen, til at hava førleikagevandi skeið í SCUBA-kaving.19-03-2010
Epoxyskeið januar.Epoxyskeið januarSkeiðsluttakarar.
Hesir vælnøgdu skeiðsluttakararnir hava veri á góðkendum epoxy-skeið á Arbeiðseftirlitinum í januar.
Hetta er samstundis fyrsti flokkurin í 2010.
29-01-2010
Hvør skal á Epoxyskeið?.Hvør skal á Epoxyskeið?Málbólkar
Øll, ið nýta epoxy ella icocyanatir, herundir 2-komponentstilfar, ella ætla at nýta slíkt í handverki ella aðrari handfaring. Eisini sølufólk skulu geva kundum sínum holla kunning um hesi evnini. Fólk, ið hava eksem ella astma, skulu ikki arbeiða við slíkum evnum!
07-01-2010
AMU-skeið.AMU-skeiðNógvir føroyingar hava gjøgnum árini verið á AMU-skeið í danmark.
Í samband við førleikagevandi skeið eru tað serliga tey størru skeiðini innan lyftiútgerð / kranar, ið føroyingar hava tikið í Danmark, tí tey fáast ikki í Føroyum.
14-12-2009
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna.Fiskivinnuskúlin í VestmannaMyndir av fyrsta árs næmingum á Fiskivinnuskúlanum14-12-2009
Nýggjar kunngerðir um vinnukavarar.Nýggjar kunngerðir um vinnukavararNýggj lóg um vinukavarar kom 15. mai 2007, men komu ongar nýggjar kungerðir tá. Tí blivu táverandi kunngerðir framvegis galdandi til nýggjar kunngerðir komu.18-08-2009
Tubbakslógin - lýsingar.Tubbakslógin - lýsingarEitt av endamálunum við lógini er, at avmarka marknaðarføring og sølu av tubbaki01-07-2009
Fish Expo Faroes.Fish Expo FaroesArbeiðseftirlitið var við á altjóða fiskivinnuframsýningina “Fish Expo Faroes”, sum var í Gundadali herfyri.03-06-2009
Telt og tubbak.Telt og tubbakNú summarstevnur o.a. nærkast verður hervið mint á Løgtingslóg um tiltøk at minka um royking, eisini nevnd “Roykilógin”.16-05-2009
MIDLER TIL NORDISKE PROSJEKTER i 2010.MIDLER TIL NORDISKE PROSJEKTER i 2010Nordisk arbeidsmiljøutvalg har i oppgave å bidra til gjennomføringen av samarbeidsprogrammet på arbeidslivsområdet i Nordisk Ministerråd. Arbeidsmiljøutvalget bevilger prosjektmidler til nordiske prosjekter for år 2010.
I henhold til Nordisk Ministerråds program for samarbeid på Arbeidsmarkeds- og arbeidsmiljøområdet 2009-2012 vil fokus innen arbeidsmiljøområdet være å fremme et arbeidsmiljø som styrker velferd, inklusjon og produktivitet
02-04-2009
Arbeiðsumhvørvisráðið.ArbeiðsumhvørvisráðiðArbeiðsumhvørvisráðið hevur 7 limir, ið landsstýrismaðurin tilnevnir fyri fýra ár í senn.
Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið er formaður ráðsins.

Ráðið er júst valt av nýggjum og er tíðarskeiðið 1. desember 2008 til 1. desember 2012.
22-12-2008
Trygd & trivni nr. 2008-2.Trygd & trivni nr. 2008-2Blaðið Trygd & Trivni er komið út síðan 1988 og sent til trygdarbólkar o.o. áhugaði.
Blaðið er broytt á ymiskan hátt hesi árini, men er hetta fyrstu ferð, at blaðið kemur út í hesum líki og verður borið í hvørt hús.
Blaðið er nú eitt samstarv um kunning millum hesar stovnar:
• Arbeiðseftirlitið
• Skipaeftirlitið
• Brunaumsjón landsins
• El-nevndin
• Ráðið fyri ferðslutrygd
Endamálið við blaðnum er at kunna um ymiskt innan trygd og trivna, í breiðari merking.
Blaðið sæst eisini her á heimasíðuni hjá Arbeiðseftirlitinum. Sí undir Trygd & trivni ”Heil bløð”
02-12-2008
Til lukku Articon.Til lukku ArticonFyri einum ári síðan ynskti Arbeiðseftirlitið:
• Statoil og
• Articon
góða eydnu við, at tey vóru millum fyrstu virki, ið høvdu sett trygdarleiðara til burturav at taka sær av trygdararbeiðinum.
30-09-2008
Kunngerð um roykirúm o.a..Kunngerð um roykirúm o.a.Uppskot til kunngerð um krøv til innandura roykirúm og ávaringartekst um heilsuvandar v.m.




29-08-2008
Lyftiútgerð skal vera í eini fastari ansingarskipan.Lyftiútgerð skal vera í eini fastari ansingarskipanEftir at kunngerðin um lyftiútgerð og spøl nú hevur virkað í nøkur ár, metir Arbeiðseftirlitið, at kranaeigarar hava havt tíð til at fáa viðurskiftini í samband við kranarnar í rættlag.15-08-2008
Stuttleikaútgerð.StuttleikaútgerðStuttleikaútgerð hevur verið til umrøðu í fjølmiðlum av ymiskum orsøkum.
Ofta hevur talan verið um stuttleikaútgerð í øðrum londum enn í Føroyum, men eisini stuttleikaútgerð í Føroyum hevur verið til umrøðu í seinastuni.
Ofta er umrøðan orsakað av óhappum, sum hava verið orsøk til skaðar av ymiskum slag, harundir fólkaskaða.
04-08-2008
Vindmyllur skulu vera CE-merktar.Vindmyllur skulu vera CE-merktarÍ samband við at smærri vindmyllur til “húsbrúk” eru við at koma á marknaðin í Føroyum er vert at leggja sær í geyma, at tað eru ávísar reglur galdandi til hesar vindmyllur, eins og allar aðrar maskinur og tøknilig hjálpartól, og verður her hugsa um lóg um arbeiðsumhvørvi.25-07-2008
Projekt innbjóðing.Projekt innbjóðingMIDLER TIL NORDISKE PROSJEKTER i 2009
NORDISK ARBEIDSMILJØUTVALG
28-05-2008
Kavara arbeiðið.Kavara arbeiðiðFyri at fáa vinnubræv sum kavari eru ávísar treytir, sambært Løgtingslóg nr. 46, 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð.

Legg til merkis, at:
"Tann, sum biður persón um at útinna kavaraarbeiði, skal tryggja sær, at viðkomandi hevur vinnukavarabræv, sum samsvarar við arbeiðið, sum skal gerast".
18-05-2008
Vinnukærunevnd.VinnukærunevndMøguligar kærur um avgerðir, ið Arbeiðseftirlitið tekur, skulu ikki longur stílast til landsstýrismannin, men til serliga kærunevnd, sambært nýggjari lóg nr. 18 frá 08.05.2008 um at broyta ymsar lógir undir Vinnumálaráðnum13-05-2008
Byggipallur.ByggipallurArbeiði á taki og framvið takskeggi24-04-2008
Tekjur.TekjurReystar tekjur
Á reystum tekjum, har reisingin er 15 stig ella meiri, skulu trygdartiltøk altíð verða sett í verk, áðrenn arbeiðið byrjar, tá ið takskeggið er hægri enn 2,0 m upp frá lendinum ella undirlagnum uttanum og tað verður arbeitt hægri uppi enn 5,0 m yvir lendi uttanum.

Verjan kann verða ein arbeiðspallur (stillads) og/ella takverja, og eigur at fara minst 1,0 m upp um takskeggið ella takfótin.
Verður arbeiðspallur nýttur, eigur dekkið á pallinum ikki verða meira enn 0,5 m undir takskegginum ella takfótinum, og pallurin skal hava girðing. Við takskeggið skal annars verða set upp verja, net ella tílíkt, sum er so mikið sterkt, at tað heldur fólki, ið dettur oman eftir takinum.

Alt eftir, hvussu reyst tekjan er, verða harafturat sett hesi krøv um trygd:
- Tekja við hægri reising enn 15 stig
- Takstigar skulu verða nýttir, um takið er hált.
- Takstigar skulu verða nýttir, sama hvussu høgt arbeitt verður, uttan so, at tað er ráðiligt at ganga á stroyunum (lektunum).
20-03-2008
Tekjur.TekjurFlatar tekjur
Tá ið arbeitt ella gingið verður á tekju, har reisingin er minni enn 15 stig, og takskeggið er meira enn 3,5 m upp frá lendi, skulu trygdartiltøk verða sett upp t.d. girðing e.o. haldgóð verja.
Um takarbeiði verður gjørt á glíðitryggum (skridsikkert) taki/undirlendi við góðum vind- og veðurviðurskiftum, kann hæddin økjast til 5,0 m.
20-03-2008
Arbeiðseftirlitið fer í ár at vitja byggivinnuna við atliti at heilsu, umhvørvi og trygd á arbeiðsplássunum. Byrjað verður í mars 2008..Arbeiðseftirlitið fer í ár at vitja byggivinnuna við atliti at heilsu, umhvørvi og trygd á arbeiðsplássunum. Byrjað verður í mars 2008.Vitjanin umfatar millum annað hesi viðurskifti:

Trygdararbeiði.
Vælferðarskipanir.
Arbeiði í hæddum.
Persónlig verndarútgerð.
Teknisk hjálpartól.
18-03-2008
Trygd & trivni nr. 3-2007.Trygd & trivni nr. 3-2007Trygd & trivni nr. 3-2007 er útkomið og fæst við at venda sær til Arbeiðseftirlitið, Skipaeftirlitið, Brunaumsjón Landsins, Ráðið fyri ferðslutrygd ella Elnevndina.17-12-2007
Burtur frá arbeiði vegna sjúku.Burtur frá arbeiði vegna sjúkuNorðurlandaráðið fyri vinnulív setti fokus á at minka um sjúkrafráveru í 2005.
Í hesum sambandi setti Norðurlandaráðið ein arbeiðsbólk at hyggja at gongdini innan sjúkrafráveru í norðanlondum, hvørji stig eru tikin móti sjúkrafráveru, og at kunna um hetta øki.
11-12-2007
Trygdarleiðarar.TrygdarleiðararPrivati arbeiðsmarknaðurin er nú byrjaður at seta trygdarleiðarar í starv til burturav at taka sær av arbeiðsumhvørvinum hjá virkinum18-09-2007
Koyrikort til trukk verður broytt..Koyrikort til trukk verður broytt.Arbeiðseftirlitið broytir krøvini til frálæruna at koyra gaffiltrukk 1. januar 2008. Undirvísingartímarnir fara úr 12 tímum upp í 15 tímar, og minsta tal av koyritímum verður 2 tímar.18-07-2007
Góðkend virkir.Góðkend virkirÍløtuni eru 3 virki góðkend til undirvísing til trukk og til kran, meðan heili 25 virki eru góðkend til at hava regluligt viðlíkahald av ymiskari tekniskari útgerð.12-07-2007
Prosjekt innbjóðing.Prosjekt innbjóðingVísandi til hjáløgdu innbjóðing ber til hjá áhugaðum at søkja um stuðul til prosjekt, ið eru innanfyri arbeiðsøkið hjá nevndini (Nordisk arbeidsmiljøutvalg).12-06-2007
Trygd & trivni nr. 1/2007.Trygd & trivni nr. 1/2007Greinir eru frá:
- Arbeiðseftirlitinum,
- Brunaumsjón Landsins,
- Elnevndini,
- Ráðnum fyri ferðslutrygd og
- Skipaeftirlitinum.
16-05-2007
Nýggj postadressa.Nýggj postadressaArbeiðseftirlitið hevur fingið nýggja postadressu, men eru framvegis á Falkavegi 6 í Tórshavn

Arbeiðseftirlitið
Falkavegur 6
Postboks 1400
FO-110 Tórshavn
02-05-2007
Átak 2007.Átak 2007Arbeiðseftirlitið fer í ár, at kannað trukkar, á virkjum sum ikki hava latið galdandi 12 mánaðarkanning inn til Arbeiðseftirlitið. Samstundis eru vit farnir í hált við at gera eitt fullfíggjað yvirlit yvir allar trukkar í landinum, har allar 12 mánaðarkanningar verða skrásettar.13-02-2007
Matstova á skúlum.Matstova á skúlumMatstova skal vera á øllum almennum skúlum, um matarsteðgir eru í skúlatíðini09-02-2007
Fartelefonir og stráling.Fartelefonir og strálingStráling frá fartelefonum er ikki vandamiki fyri fólk sigur Sundhedsstyrelsen á sínari heimasíðu www.sst.dk.17-12-2006
Átak innan hotel og matstovur.Átak innan hotel og matstovurØll hotel og matstovur kring landi fáa nú vitjan av Arbeiðseftirlitinum, boðað verður ikki frá áðrenn vit koma07-11-2006
Nýggjur trukk- og kranskúli..Nýggjur trukk- og kranskúli.Arbeiðseftirlitið umsitir loyvi, sum geva førleika at koyra gaffiltrukk og loyvi, sum geva førleika at passa kranar av ymiskum slag.
Arbeiðseftirlitið kann tó góðkenna onnur at geva undirvísing, sum gevur førleika at fáa loyvisbræv til trukk og/ella kran.
12-09-2006
Dagføring av lóggávu o.a..Dagføring av lóggávu o.a.-Løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð
-Løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði
-Kunngerð um ung undir 18 ár í arbeiði
-Kunngerð um innsavnan av ruski
16-08-2006
PISA-kanningin (Programme for International Student Assessment).PISA-kanningin (Programme for International Student Assessment)Nú nógv verður tosa um førleikan hjá skúlanæmingunum, hvat næmingarnir duga, ella ikki duga, koma ymisk sjónarmið fram.

Pisa kanningin hevur fingið eitt orðaskifti um okkara fólkaskúlaskipan í lag og er tað ein góð byrjan.
Tað ljóðar, at Mentamálaráðið hevur sett ein arbeiðsbólk, at arbeiði við at betra um skúlaskipanina, tað er gott.
23-05-2006
Handfaring av spreingievni.Handfaring av spreingievni- "Spreingievni er trygt!"
- "Spreingievni er trygt, um tað verður handfari við skili!"
- "Spreingievni er ikki trygt!"

Nógvir pástandir hava verið frammi í fjølmiðlunum í seinastuni. Men hvør er veruleikin? Er tað nakað facitt?
11-04-2006
Vandin fyri at verða smittaður av fuglakrími.Vandin fyri at verða smittaður av fuglakrímiArbeiðsfólk, sum eru umfataði av arbeiðsumhvørvislógini, kunnu í samband við útinnan av arbeiði koma út fyri at taka deyðan ella sjúkan flogfenað upp. Nú tað sonevnda fuglakrímið ger um seg víða hvar og smittan breiðir seg, er tað ikki útilokað, at føroyskur flogfenaður eisini kann fáa smittuna.22-03-2006
Arbeiðseftirlitið fer undir átak á bilverkstøðum.Arbeiðseftirlitið fer undir átak á bilverkstøðumArbeiðseftirlitið fer nú aftur undir eitt átak runt landið fyri at kanna eftir, um trygdin á arbeiðsplássunum er í lagi. Í hesum umfari verða bilverkstøð vitja og ætlanin er at vera komin runt innan juni mánað í ár.19-12-2005
Evni og tilfar - lyklamerkt tilfar.Evni og tilfar - lyklamerkt tilfarMálaravørur, lím, fyllingstilfar, prentlitir v.m. skulu hava eitt lyklamerki. Eisini evni og tilfar, sum verða nýtt til tynning, við byrjan og liðuggerðing, tá arbeitt verður við omanfyri nevnda tilfari, skulu hava lyklamerki.19-12-2005
Nýtt samstarv um gamalt blað.Nýtt samstarv um gamalt blaðÍ 1988 byrjaði Arbeiðseftirlitið at geva blaðið TRYGD & TRIVNI út. Blaðið kom út í nøkur ár, men av ymiskum orsøkum kom steðgur í. Trygd & Trivni kemur nú út í nýggjum hami og við fjølbroyttari innihaldi.19-12-2005
Ung undir 18 ár.Ung undir 18 árAt koma líka so frískur og ferðugur heim aftur, eftir loknan arbeiðsdag, sum man var, tá man fór til arbeiðis um morgunin, er av alstórum týdningi fyri øll. Ung sum eldri.
19-12-2005
Uppsøgn av trygdarumboði og arbeiðsleiðara í trygdarbólkinum.Uppsøgn av trygdarumboði og arbeiðsleiðara í trygdarbólkinumArbeiðsgevarin skipar arbeiði á arbeiðsplássinum. Eisini er tað arbeiðsgevarin, sum setir fólk í starv og loysir fólk úr starvi. Millum starvsfólkini kunna verða nøkur starvsfólk, sum hava fingið eitt álitisstarv, sum verður rópt "Trygdarumboð".19-12-2005
.
Hvør skal á Epoxyskeið?.Hvør skal á Epoxyskeið?Málbólkar
Øll, ið nýta epoxy ella icocyanatir, herundir 2-komponentstilfar, ella ætla at nýta slíkt í handverki ella aðrari handfaring. Eisini sølufólk skulu geva kundum sínum holla kunning um hesi evnini. Fólk, ið hava eksem ella astma, skulu ikki arbeiða við slíkum evnum!
 
Arbeiðseftirlitið - Falkavegur 6 - Boks 1400 - 110 Tórshavn - Tlf. 35 78 11 - Fax. 35 78 10 - arb@arb.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media